Krevur frídøming í Landsrættinum

Krevur frídøming í Landsrættinum
Verjin hjá manninum, sum í Føroya rætti varð dømdur fyri grovt svik og skjalafalsan, hevur appellerað
Dómurin í Føroya rætti er skotin inn fyri Landsrættin
 
20.10.2020 - 09:36

Dómurin, sum ein 46 ára maður fekk í Føroya rætti fyri grovt svik og skjalafalsan, er skotin inn fyri Landsrættin.

Bjørn á Heygum, sum er verji hjá manninum, hevur appellerað. Hann sigur, at kravið er frídøming, ella, í øðrum lagi, linasta revsing.

Maðurin fekk tvey ára og níggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Ákæruvaldið kravdi trý ára og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602