Kynsligur ágangur: Støðan ikki øðrvísi í Føroyum

Kynsligur ágangur: Støðan ikki øðrvísi í Føroyum
Ein spurnarkanning vísir, at fjórða hvør kvinna og tíggjundi hvør maður hava upplivað, at ein starvsfelagi er farin um teirra mark kynsliga
Fjórða hvør kvinna og tíggjundi hvør maður hevur verið fyri kynsligum ágangi, vísir kanningin
 
20.10.2020 - 11:59

Lítið og einki er at hoyra um sexismu og kynsligan ágang í Føroyum.

Hóast Metoo-rørslan ikki hevur fingið fastatøkur her á landi, eru ábendingar um, at støðan ikki er øðrvísi í Føroyum enn í grannalondunum.

Ein spurnarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Breddan vísir, at fjórða hvør kvinna og tíggjundi hvør maður hava upplivað, at ein starvsfelagi er farin um teirra mark kynsliga.

Í flestu førum er tað í arbeiðshøpi. Í øðrum lagi í veitslulagi.

Og talan er um ágang bæði við orðum og beinleiðis nerting - eitt nú á kynsgøgnum.

Kvinnurnar velja sjáldan, men oftari enn menninir, at siga frá á røttum stað, men ofta fær tað ikki avleiðingar.

Meira verður at frætta um hetta evnið í Breddanum í dag eftir útvarpstíðindini klokkan fimm.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928