Sildakvotan veksur 28.000 tons

Sildakvotan veksur 28.000 tons
Strandarlondini samdust í gjár um at gera eftir tilmælinum frá ICES, sum er 24 prosent størri enn fyri 2020
Norðhavssildakvotan verður sløk 28.000 tons størri næsta ár, og hon fer upp í 143.000 tons
 
23.10.2020 - 11:35

Føroyska sildakvotan verður 24 prosent størri næsta ár enn hon er í ár.

Strandarlondini samdust í gjár um at gera eftir tilmælinum frá ICES, sum er 24 prosent størri enn fyri 2020.

Norðhavssildakvotan verður sløk 28.000 tons størri næsta ár. Hon fer upp í 143.000 tons.

Eisini semja um svartkjaftin

Fyrradagin blivu londini samd um svartkjaftin. Har er kvotan minkað 20 prosent og verður góð 330.000 tons næsta ár.

ICES mælir til at minka heildarveiðuna eftir svartkjafti 20 prosent. 

Í næstu viku fara strandarlondini at samráðast um makrelin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360