Allan K. Jepsen nýggjur NSÍ-venjari

Allan K. Jepsen nýggjur NSÍ-venjari
Allan K. Jepsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ, boðar felagið frá
 
25.10.2020 - 14:03

Allan K Jepsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ. Allan er 43 ára gamal, og hevur nógvar royndir sum leikari, hann hevur spælt í Danmark, Týsklandi, Hollandi, Svøríki og Scotlandi á hægsta støði.

Allan hevur sum venjari verið partur av ungdóminum hjá AGF, hjálparvenjari hjá AGF og AaB í bestu donsku deildini.

Allan passar inn í framtíðarætlanina hjá NSÍ, har hann kemur at arbeiða í felaginum fulla tíð. Hann kemur at hava høvuðsuppgávuna av besta liðnum, umframt at Allan verður sjónligur í felaginum, sigur felagið í fráboðan. 

Felagið fegnast um, at NSÍ hevur funnið rættan venjara til felagið, ein venjari sum vil vinna, ein venjari sum vil arbeiða við einari langíðarætlan, og málið er heilt greitt at vinna FM. Allan byrjar í starvinum beinavegin, og hevur sáttmálað til og við 2022.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742