Kunnu sleppa undan dálking frá spreingileiðingum

Kunnu sleppa undan dálking frá spreingileiðingum
Í Eysturoyartunlinum, sum er 11 kilometrar langur, eru okkurt um 2200 spreingingar, sum geva 13 tons av plasti
Til ein 11 km langan tunnil sum Eysturoyartunnilin verða umleið 2200 spreingingar gjørdar, og sostatt kunnu eini 13 tons av plastburturkasti koma burtur úr einum slíkum tunli
 
26.10.2020 - 11:38

Sleppast kann undan trimum fjórðingum av plastdálkingini, sum stavar frá spreingileiðingum.

Tað sigur ein nýggj norðurlendsk kanning.

Dømi úr Eystur- og Sandoyartunlum eru við í kanningini.

Stór plastdálking í sjónum stendst av grótspreingingum.

Seks kilo

Norskar metingar siga, at hvørja ferð, sprongt verður í einum tunli, verða fimm til seks kilo av plasti brúkt. 

Í Eysturoyartunlinum, sum er 11 kilometrar langur, eru okkurt um 2200 spreingingar, sum geva 13 tons av plasti.

Í frágreiðigini, sum er gjørd um norðurlendsku kanningina, eru átøk nevnd, sum kunnu minka plastdálkingina nógv, heili 75 prosent.
   
Eitt uppskot er at nýta tráðleysa, elektroniska útgerð til spreingingarnar, heldur enn at leggja leiðingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098