Arbeiðsgevarar: Kynslig happing á dagskránna

Arbeiðsgevarar: Kynslig happing á dagskránna
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at nú er høvi at eftirmeta innanhýsis leiðbeiningar at beina fyri kynsligum atgerðum á arbeiðsplássinum
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at álitisfólkaskipanin ella ein trygdarskipan kann verða brúkt í málum um kynsliga happing
 
27.10.2020 - 11:11

Kynslig happing á arbeiðsplássum eigur ikki at koma fyri, ella at verða góðtikin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir nú á liminar um at vera tilvitaðir um kynsliga happing á arbeiðsplássinum, og at viðgera mál av slíkum slagi í størsta álvara.

Kanning, sum Kringvarpið læt gera, bendir á,  at støðan í Føroyum ikki er nógv øðrvísi enn í grannalondunum. Tí er neyðugt, at kynslig happing kemur á dagsskránna, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Sambært Arbeiðseftirlitinum er meginreglan, at talan er um kynsliga atgerð, tá atgerðin er kynsligur ágangur, sum er óynskt av tí persóni, hon verður framd ímóti.

Kunnu brúka álitisfólkini

Nógv arbeiðspláss hava eina álitisfólkaskipan ella eina trygdarskipan, og henda skipan eigur at verða brúkt í málum um kynsliga happing. Starvsfólk kunnu t.d. venda sær til álitisfólk ella leiðslan kann taka álitisfólk upp í slík mál.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at fyribyrging og avleiðing av kynsligari happing verður ein partur av starvsfólkapolitikkinum hjá fyritøkuni.

Til ber at hava innanhýsis mannagongdir ella vegleiðingar, sum byrgja fyri slíkum hendingum, og stuðla og hjálpa starvsfólkum, sum uppliva kynsliga happing.

Hetta er eitt høvi hjá leiðslum og feløgum at eftirmeta innanhýsis leiðbeiningar og politikk fyri at beina fyri kynsligum atgerðum á arbeiðsplássinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392