1093 fólk eru í fiskavirkisskipanini

1093 fólk eru í fiskavirkisskipanini
Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum
Fiskavirkisskipanin hjá ALS tryggjar fólki á virkjum arbeiðsloysisstuðul, um steðgur kemur í arbeiðið á virkinum, tá t.d. tá eingin fiskur er
 
30.10.2020 - 13:24

ALS er farin at kunngera, hvussu nógv fáa pengar úr fiskavirkiskipanini.

Í dag eru tey 290, 178 kvinnur og 112 menn.

1093 fólk eru í skipanini.

Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Í mesta lagi 32 tímar

Skipanin tryggjar fólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Stuðulin verður roknaður frá og við níggjunda arbeiðsloysistíma.

Í mesta lagi ber til at fáa stuðul fyri 32 tímar, svarandi til fýra dagar um vikuna í tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717