Amerikanarar vilja nýta Føroyar sum havn

30.10.2020 - 13:52
InnlendisPolitikkur
Amerikanarar vilja nýta Føroyar sum havn
Ovastin fyri amerikansku herflotaeindunum í Evropa og Afrika hevur hitt Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum
Robert Burke, amerikanskur herflotaleiðari, hevur vitjað Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum

Ovastin fyri amerikansku herflotaeindunum í Evropa og Afrika, Robert Burke, hevur vitjað í Føroyum, og mikudagin hitti hann Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum.

- Tað var byrjanin til eitt samskifti, og nú skulu vit viðgera málið neyvari, sigur Jenis av Rana.

Amerikanarar fegnir vilja nýta Føroyar sum havn, har bæði amerikansk skip og skip hjá NATO skulu fáa ymsar veitingar, nú skipaferðslan kring Arktis veksur, og ísurin minkar.

Og amerikanarar spurdu eisini ítøkiliga um herskip, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949