Leggja nýtt semingsuppskot fram í kvøld

Leggja nýtt semingsuppskot fram í kvøld
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at vónir eru um, at partarnir kunnu taka av einum semingsuppskoti, sum "teir kunnu liva við"
Semingsmenninir ætla at leggja nýtt uppskot fyri partarnar í kvøld
 
03.11.2020 - 12:56

Semingsmenninir høvdu fyrrapartin fund við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum eru í verkfalli, og niðurstøðan var, at teir ætla at leggja nýtt semingsuppskot fyri partarnar í kvøld.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið, at samskiftið, sum semingsstovnurin hevur havt við partarnar í sáttmálatrætuni, hevur ikki víst, at partarnir hava flutt seg.

Hinvegin hava semingsmenninir vónir um, at partarnir kunnu taka av einum semingsuppskoti, sum teir "kunnu liva við," sum Terje Sigurðsson málber seg.

Terje Sigurðsson sigur, at hann hevur skilt, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fara at leingja undantøkini, sum vórðu givin í gjárkvøldið, eitt samdøgur aftrat. Tey fara annars úr gildi klokkan trý seinnapartin.

Verður nýtt semingsuppskot lagt fram í kvøld, fáa partarnir freist til fyrrapartin í morgin at svara, sigur Terje Sigurðsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112