Vilja hava betri stundir at viðgera yvirtøkumál

Vilja hava betri stundir at viðgera yvirtøkumál
Uttanlandsnevndin hevur fingið longda freist til 20. november
Bill Justinussen, nevndarformaður, og hini í Uttanlandsnevndini hava fingið longda freist at viðgera uppskot um yvirtøkur, sum Tjóðveldi hevur lagt fram
 
04.11.2020 - 08:56

Uttanlandsnevndin gevur sær góðar stundir at viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi um yvirtøkur.

Nú hevur nevndin biðið um og fingið longda freist til at skriva álit. Freistin er longd til 20.november.

Tjóðveldi vil yvirtaka politiið og landslæknan,  landslæknan longu á ólavsøku næsta ár, og politiið 1.januar í 2022.

Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði.

120 mió. kr.

Tað verður mett at kosta 120 mió. kr. í 2022 at yvirtaka løgregluna.

Og tað verður mett at kosta 4,9 mió. kr. at yvirtaka millum annað landslæknan, sigur Tjóðveldi.

Uttanlandsnevndin hevur havt uppskotini ávikavist frá 1.september og 3.september.

Nakrar innkallingar eru eftir, og tí hevur nevndin biðið um longda freist.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098