Eykabýráðsfundur um langhyl og kirkju á Argjum

Eykabýráðsfundur um langhyl og kirkju á Argjum
65 mió. kr. verða játtaðar til langhylin næsta ár og ein millión til økið við nýggju kirkjuna á Argjum
Nýggi langhylurin í Havn verður mettur at kosta 145 mió. kr.
 
06.11.2020 - 10:55

Klokkan trý seinnapartin verður eykabýráðsfundur í Havn.

Kommunan fer at játta 65 milliónir kr. til nýggja svimjihylin fyri næsta ár, og eina millión kr. til at gera økið við nýggju kirkjuna á Argjum

Pengarnir, sum skulu játtast í dag, er fyri arbeiðið, sum skal gerast næsta ár.

145 mió. kr.

Nýggja svimjihøllin fer at kosta tilsamans einar 145 milliónir kr., og restin av pengunum skal játtast í 2022 og í 2023.

Tey, sum standa fyri at byggja nýggju kirkjuna á Argjum, hava biðið kommununa um at stuðla ætlanini, so søkjast kann um stuðul frá øðrum. Tí hevur býráðið gjørt av at stuðla nýggju kirkjuna við at gera økið kring kirkjuna, m.a. parkeringspláss.

Tað verður mett at kosta tilsamans fimm milliónir kr., og tann milliónin, sum skal játtast í dag, er fyri, at arbeiðið kann byrja næsta ár. Síðani er ætlanin at játta restina av pengunum seinni, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928