Ísland og Føroyar gjørt fiskiveiðiavtalu

Ísland og Føroyar gjørt fiskiveiðiavtalu
Botnfiskakvotan verður aftur 5.600 tons, og føroyska lodnukvotan verður framvegis fimm prosent av heildarkvotuni
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum
 
06.11.2020 - 13:06

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján Þór Júlíusson, hava gjørt fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár, upplýsir Fiskimálaráðið.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan  aftur verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og 400 tons av brosmu. Hámarkið fyri brosmu var 650 tons í i ár, men lækkar, tí íslendska brosmukvotan er farin niður í eina helvt.

Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi fimm prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Svartkjaftur og norðhavssild

Avtalað er, at atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár.

Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum, sum er tað sama sum undanfarin ár. Ísland játtaði at kanna møguleikarnar fyri kanska at endurskoða serligu ásetingarnar, sum avmarka, hvar føroysk skip kunnu fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi.

Fiskimálaráðharrarnir samdust um at halda fram við samráðingunum um at endurskoða rammusáttmálan landanna millum. Miðað verður eftir, at samráðingarnar kunnu verða avgreiddar fyri árslok.

Týdning fyri báðar partar

- Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland hevur týdning fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina loysn, ið skapar áhaldandi støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Føroyski fiskiskapurin í íslendskum sjógvi verður umframt íslendskar kunngerðir skipaður sambært føroyskum kunngerðum, ið verða lýstar um ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028