Flúgvingin millum Ísland og Grønland steðgar

Flúgvingin millum Ísland og Grønland steðgar
Øll flúgvingin millum londini bæði steðgar í dag, hevur grønlendska sjálvstýrið boðað frá
 
09.11.2020 - 05:25

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni. Óvist er, hvussu leingi loftrúmið millum Ísland og Grønland verður stongt.

Vit mugu verja okkum fyri vaksandi smittutrýstinum í heiminum í løtuni, sigur Niels Ulrik Winther, leiðari fyri koronutilbúgvingini í Grønlandi.

Eingin í Grønlandi deyður av smittuni

Air Greenland vil ikki upplýsa fyri KNR, hvussu nógv ferðafólk flúgva um vikuna úr Íslandi til Grønlands.

Higartil hava 5.078 fólk í Íslandi fingið staðfest COVID-19. 20 fólk í landinum eru deyð av smittuni vísa almennu tølini fyri Ísland.

Í Grønlandi hava tilsamans 17 fólk havt smittuna, øll eru útskrivað aftur og eingin er deyður av smittuni har, skrivar KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572