Koppingarevnið nærkast: Yvirlækni fegnast

bannari
10.11.2020 - 12:33
InnlendisHeilsa
Koppingarevnið nærkast: Yvirlækni fegnast
Ein heilivágsfyritøka sigur seg vera komna so mikið áleiðis, at koppingarevni verður klárt seinni í november
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Heilivágurin ímóti koronu, sum flestu av heimsins londum bíða eftir, nærkast í hvørjum.

Í gjár boðaði fyritøkan Pfeizer frá, at tey eru komin somikið væl áleiðis, at koppingarevnið verður klárt í hesum mánaðinum.

Tað vóru góð tíðindi, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni, sum er læknaligur ráðgevi hjá landsstýrinum.

Tað er heilivágur frá felagnum, AstraSeneca, sum hevur størst áhuga hjá okkum, sigur hann.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett eina nevnd, sum skal greina, hvørji fyrst skulu viðgerast við koppingarevninum fyri koronu, tá tað verður tøkt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611