Bjarni Johansen nýggjur borgarstjóri í Vági

bannari
Bjarni Johansen nýggjur borgarstjóri í Vági
Javnaðarflokkurin hevur staðið í skugganum av Tjóðveldi í nógv ár. Vit máttu taka ábyrgd, sigur nýggi borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen
Mynd: Privat mynd  
 
10.11.2020 - 23:10

Bjarni Johansen verður nýggjur borgarstjóri í Vági, nú samráðingarnar í bygdaráðnum í Vágs kommunu eru lidnar. 

Javnaðarflokkurin hevur sligið seg saman við Sambandsflokkinum, og hesir hava sostatt koppað tjóðveldisborgarstjóran, Dennis Holm. 

Bjarni Johansen fekk næstflestar atkvøður við 79 atkvøðum, meðan Dennis Holm fekk 143 atkvøður.

Fegnast um álitið 

Vit eru farin í samgongu við Sambandsflokkin, og eg fegnist um álitið, sigur Bjarni. Tó væntar nýggi borgarstjórin ikki tær heilt stóru broytingarnar.

Vit fara at hugsa um ein varnan fíggjarpolitikk, og borgarin skal vera í miðdepilinum. Vit fara at menna Vág við teimum møguleikunum, sum eru her, sigur nýggi borgarstjórin.

Javnaðarflokkurin hevur staðið í skugganum av Tjóðveldi í nógv ár, og fyri ikki at missa trúvirðið í bygdini, so máttu vit taka ábyrgd, sigur nýggi borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.

Hoyr samrøðu við nýggja borgarstjóran:

KOMMUNUVAL_2020_INTERVIEW_BJARNI_JOHANSEN

Nýggja kommunustýrið í Vágs kommunu sær soleiðis út:

Nummar Listi Navn Atkvøður
1 E Dennis Holm 165
2 C Bjarni Johansen 79
3 B Erhard Joensen 73
4 C Levi R. Mørk 64
5 C Magnus M. Hjelm 42
6 E Eyðbritt Krosslá 34
7 B Marin Gaardlykke 34
8 E Jónleyg Eyðunsson 32
9 E Bárður G. Nielsen 32
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870