Bara 300 laksar komu afturíaftur

Bara 300 laksar komu afturíaftur
Mowi misti 20.000 laksar úr einum tøkubúri á Sandi. Nú verður allur laksurin á Sandsvág tikin
Stjórin í Mowi sigur, at Mowi hevur tryggjað sær, at eitt óhapp sum tað 29. oktober ikki hendir aftur
 
12.11.2020 - 13:35

Bara 300 av teimum 20.000 laksunum hjá Mowi, sum sluppu úr einum tøkubúri á Sandi 29. oktober, komu afturíaftur. Tað er niðurstøðan, nú tvær vikur eru farnar, síðani laksurin slapp.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, sigur, at tøkan á Sandi verður liðug um tvær vikur. Mowi hevur seks stórar aliringar á Sandsvág. 100.000 laksar eru í hvørjum ringi.

Men nú verður alt tikið, koyrt í tangabilum til kryvjivirkið á Strondum og kruvt har. Og tað arbeiðið verður liðugt um tvær vikur. Ein ringur er eftir at taka laksin úr.

Síðani hendir einki, fyrr enn smolt verður latið í ringarnar næsta vár. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at Mowi hevur tryggjað sær, at eitt óhapp sum tað 29.oktober ikki hendir aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375