Nýggj matstova í Hotel Brandan

13.11.2020 - 18:47
InnlendisVinna
Nýggj matstova í Hotel Brandan
Vikuskiftissendingin var gestur
Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hotel Brandan
Mynd: Leivur Thomsen  

Fyri góðum ári síðani var Vikuskiftissendingin á gátt í Hotel Brandan. Tá var tað ikki eitt hotel men ein óliðugur betongkassi, og vit gingu í trygdarskóm og gulum vesti millum arbeiðsmenn og lastbilar. Men nú er hotellið liðugt, og matstovan lat upp 2. november. Hon hevur fingið navnið Húsagarður. Vikuskiftissendingin var á gátt fyri at fregnast um hetta, og borðreitt varð við 5 rætta matskrá við víni afturvið. Borðharri var Rógvi Mikkelsen, stjóri í Hotel Brandan, og vit prátaðu eisini við høvuðskokkin Janus Einar Sørensen og matstovuleiðaran Michael Uhr. Hoyr innslagið her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444