Nets selt til Italia fyri 45 milliardir krónur

Nets selt til Italia fyri 45 milliardir krónur
Nets og Nexi hava samráðst um at leggja saman síðani fyrst í november
Nets, sum eisini umsitur gjaldskort í Føroyum, fer nú á italskar hendur
 
16.11.2020 - 09:17

Gjaldkortsfyritøkan, Nets, er seld til italsku fyritøkuna, Nexi, fyri 45 milliardir krónur, boðar fyritøkan frá tíðindaskrivi.

Nets umsitur eisini gjaldskortskipanina hjá okkum í Føroyum. Nets og Nexi hava samráðst um at leggja saman síðani fyrst í november.

Virkandi stjórin í Nets, Bo Nilsson, sigur, at samanleggingin hevur stóran týdning fyri virksemið í framtíðini.

Stóran týdning

Frá at hava virkað í Danmark og Noregi, hevur felagið strembað eftir at vaksa á evropeiska marknaðinum, og at menna tann ídnaðin, sum felagið virkar í, og sum verður meira altjóða, sigur stjórin.

Vit hava ment okkum í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og Póllandi, har møguleikarnir fyri at vaksa eru stórir. Og norðurlond, serliga Danmark, verða eisini í framtíðini ein týdningarmikil marknaður, sigur stjórin.

Nets varð seinast selt í 2017, tá kapitalgrunnurin, Hellmann & Friedman, keypti felagið, og tók tað av partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn.

Síðani hevur Nets lagt saman við fleiri onnur feløg, teirra millum týska Concardis, og selt ein part av sínum virksemi til amerikanska, Mastercard, millum annað gjaldsskipanina.

Byrjaði sum PBS

Nets bjóðar gjaldsskipanir, og í Danmark stendur felagið m.a. fyri Dankortinum og NemID. Nets er virkið í 20 evropeiskum londum og hevur 4.500 fólk í starvi. Í fjør var umsetningurin hjá felagnum 7,5 milliardir krónur, skrivar Ritzau.

Nets byrjaði við navninum, PBS, í 1968. Í nógv ár vóru tað peningastovnar í norðurlondum og danski tjóðbankin, sum áttu felagið. Síðani í 2014 hava kapitalgrunnar átt tað.

At leggja saman við Nets, er annar stóri handilin hjá italska Nexi, seinastu tíðina. Fyri einum mánaði síðani keypti felagið italska felagið, SIA. SIA hevur umleið 3.500 starvsfólk, og Nexi 3.000 starvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634