Bót fyri ikki at virða sóttarhaldið

bannari
Bót fyri ikki at virða sóttarhaldið
Ein 18 ára gomul kvinna í Nuuk í Grønlandi hevur fingið 16.000 krónur í sektaruppskoti
Kvinnan er skuldsett fyri at hava brotið reglurnar hjá Sjálvstýrinum um sóttarhald fýra ferðir, eftir at hon kom úr Danmark
 
17.11.2020 - 09:05

Í Grønlandi fáa fólk bót fyri ikki at virða sóttarhaldið í sambandi við koronu.

Grønlendskir miðlar skriva, at ein 18 ára gomul kvinna í Nuuk hevur fingið 16.000 krónur í sektaruppskoti. 

Kvinnan er skuldsett fyri at hava brotið reglurnar hjá Sjálvstýrinum um sóttarhald fýra ferðir, eftir at hon kom úr Danmark.

Hon var í veitslum, áðrenn staðfest varð, at hon ikki var smittað. Fimta dagin eftir, at kvinnan kom til Grønlands, varð staðfest, at hon ikki var smittað. Men bótina fekk hon kortini.

Hash uppi á sær

Bótin er ikki bara fyri at bróta reglurnar um sóttarhald. Kvinnan er eisini skuldsett fyri at hava hash uppi á sær. 

Politiið kannaði kvinnuna, eftir at hava fingið fráboðan um hana frá fólki, sum stúrdi fyri framferðini hjá henni.

Kvinnan noktar at gjalda sektaruppskotið, so fer málið í rættin.

Herfyri fekk eitt fólk í Aasiaat 9.000 krónur í bót fyri ikki at halda reglurnar um sóttarhald. Tað fólkið var smittað.

Grønland er higartil sloppið væl í koronufarsóttini. Har eru bara 18 staðfest at vera smittað. Gjørdar er góðar 12.200 kanningar higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904