Fáa nú heimild at taka minkarnar av

Fáa nú heimild at taka minkarnar av
Stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini atkvøða fyri lógaruppskotinum í fólkatinginum
Mogens Jensen, matvøruráðharri, hevur verið undir hørðum trýsti seinastu tíðina. Nú verður gitt, at tað er ein spurningur um tíð, nær hann noyðist at leggja frá sær
 
17.11.2020 - 09:34

Danska stjórnin fekk í gjárkvøldið neyðugu undirtøkuna, so at allir minkar í landinum kunnu takast av, skrivar DR.

Tað hevur verið órógv í fólkatinginum, síðani Mogens Jensen, matvøruráðharri, 4. november gav boð um at taka allar minkar av, tí tað vísti seg, at einki lógargrundarlag var fyri avgerðini.

Men í gjárkvøldið fekk stjórnin neyðugu undirtøkuna frá stuðulsflokkunum, Eindarlistanum, SF, Radikala Flokkinum og Alternativinum.

Borgarligu flokkarnir, Vinstri, Konservativi flokkurin og Danski fólkaflokkurin, fóru úr burtur úr samráðingunum.

Vilja hava ráðharran frá

Uppskotið, sum gevur stjórnini loyvi at taka minkarnar av, skal nú samtykkjast í fólkatinginum.

Nógv hava kravt, at Mogens Jensen, matvøruráðharri, verður koyrdur úr starvinum. Tann avgerðin verður helst tikin fyrsta dagin.

Ráðharrin er longu farin í samráð í morgun, og Eindarlistin og Radikali flokkurin hava boðað frá, at ein avgerð um framtíðina hjá ráðharranum skal takast hesa vikuna.

Flokkarnir eru eisini samdir um, at tey, sum reka minkagarðar, skulu fáa endurgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985