Gera nýggja rampu í Nólsoy til avloysaraskipið

Gera nýggja rampu í Nólsoy til avloysaraskipið
Erla Kongsdóttir hevur kraftarmiklar síðuskrúvur, sum halda skipinum upp á pláss, sigur stjórin á Strandferðsluni
 
17.11.2020 - 14:06

Rampan, sum skal gerast á bryggjuni í Nólsoy, verður stoypt við síðuna av rampuni, sum Ternan vanliga nýtir. Hetta verður gjørt fyri ikki at órógva atløguplássið hjá Ternuni, tá hon kemur aftur í sigling.

Tað sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Tórshavnar havn.

Ætlanin er, at Erla Kongsdóttir skal seta gronina ímóti nýggju rampuni og liggja við skrúvu, meðan fólk og farmur fara í land og koma umborð, sigur Jónsvein Lamhauge.

Erla Kongsdóttir hevur kraftarmiklar síðuskrúvur, sum halda skipinum upp á pláss, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, og hann metir hetta vera trygt.

Størri avbjóðing í Hesti

Enn er ógreitt, hvat skal gerast í Hesti, so Erla Kongsdóttir kann leggja at har, men Jónsvein Lamhauge sigur, at avbjóðingin verður størri í Hesti, tí har er størri munur á flóð og fjøru enn í Nólsoy. 

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at atløguviðurskiftini í Hesti eisini skulu gerast beinanvegin, so Erla Kongsdóttir kann leggja at har.

Undir vanligum umstøðum er ikki meira enn hálvur metur á muni millum flóð og fjøru í Nólsoy, og tí væntar havnarmeistarin, at tað fer at rigga við nýggju rampuni í Nólsoy. 

Tað er eisini ein avbjóðing, at portrið á Erlu Kongsdóttir er væl styttri enn á Ternuni.   

Hasfjord førir farm

Meðan Ternan er til klassingar,  siglir Hasfjord farmatúrar til Nólsoyar eftir tørvi. Hasfjord kann bara leggja at, tá ið flóð er.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey, sum skipa fyri ruskinnsavningini, hava higartil ikki brúkt møguleikan at heinta rusk í Nólsoy.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066