Strandingar skulu skilja húsarhaldsburturkast

Strandingar skulu skilja húsarhaldsburturkast
Endamálið við sonevndu bokashi-skipanini er at endurvinna sum mest av matleivdunum, sum annars enda í brenniovninum
 
23.11.2020 - 10:15

Fólk á Strondum skulu nú eisini venja seg við at skilja húsarhaldsburturkastið.

Sjóvar kommuna fer í næstum undir eina royndarskipan, har fólk í kommununi skulu skilja húsarhaldsburturkastið, tá tey bera tað út.

Endamálið við sonevndu bokashi-skipanini er at endurvinna sum mest av matleivdunum, sum annars enda í brenniovninum.

Allar kommunurnar fingið tilboð

Tað var í summar, at IRF sendi øllum teimum 28 limakommunum eitt tilmæli um at bjóða fólkunum í kommununum bokashi-spannir, har húsarhaldsburturkastið skal skiljast í.

Í fyrstu atløgu vóru tað bara Vága kommuna, Eysturkommuna, Hvannasunds kommuna og Sumbiar kommuna, sum meldaði seg til skipanina.

Síðani tá eru fleiri aðrar kommunur eisini lagstar aftrast skipanini at skilja húsarhaldsburturkastið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040