Bakka fyri trýsti: Skoytubreytin verður nú flutt

Bakka fyri trýsti: Skoytubreytin verður nú flutt
Nógv umrødda skoytubreytin í Havn, sum ætlanin var skuldi flytast í Vágsbotn, verður í Gundadali, sigur kommunan
Skoytubreytin, sum ætlanin var flyta av Vaglinum oman í Vágsbotn, verður nú í Gundadali, sigur høvuðsstaðarkommunan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2020 - 05:59

Skoytubreytin í Havn verður løgd á niðara vølli í Gundadali. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni. Skoytubreytin verður løgd í krókinum móti B36-húsinum.

Skoytubreytin verður 30 faldað 25 metrar til støddar. Breytin er løgd har, tí niðari vøllur skal kortini skiftast til várs. Arbeiðið at leggja breytina er longu byrjað.

Ætlanin var annars at flyta skoytubreytina oman í Vágsbotn, men tann ætlanin varð slept eftir atfinningum frá serliga handilsfólki.

Á Niðara Vølli í Gundadali er nøktandi streymur, og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur. Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytubreytin ikki ávirkar teirra virksemi, skrivar kommunan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040