Fleiri fáa sær húðyngjandi viðgerðir

25.11.2020 - 17:22
InnlendisHeilsa
Fleiri fáa sær húðyngjandi viðgerðir
Eftirspurningurin er vaksandi, og tað eru serliga kvinnur um 40 - 50 ára aldur, sum vilja hava húðyngjandi viðgerðir, sigur Hjørdis Mohr, lækni

Botox, fillers og líknandi evni verða alsamt meira eftirspurd her á landi. Tað er niðurstøðan hjá Hjørdis Mohr, lækna, sum hevur egna klinikk, har hon gevur húðyngjandi viðgerðir til kvinnur og menn. 

Umframt kvinnur í 40 - 50 ára aldrinum, eru tað eisini yngri kvinnur, sum leita sær til Hjørdis Mohr, tí tær vilja hava størri varrar.

Har haldi eg tað er umráðandi at vera serliga varin við, hvussu stórar varrar man vil hava, tí tað er ikki altíð so pent, sum man ímynda sær tað verður, sigur Hjørdis Mohr.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV