Fyrrverandi trygdarráðgevin fær grið

Fyrrverandi trygdarráðgevin fær grið
Nú verður málið ikki tikið uppaftur, og Flynn er frælsur maður aftur
Michael Flynn, fyrrverandi trygdarráðgevi, sum viðgekk, at hann hevði sagt ósatt. Nú hevur Trump, forseti, givið hon grið
 
26.11.2020 - 09:15

Fyrrverandi trygdarráðgevin hjá Trump, Michael Flynn, fær grið. 

Trump skrivaði í gjárkvøldið á Twitter, at tað er ein stórur heiður náða mannin, sum í síni tíð varð koyrdur úr starvi í Hvítu Húsunum, tí hann hevði logið fyri varaforsetanum og fyri FBI.

Flynn hevur játtað, at hann leyg tvær ferðir. 

Men seinni tók Flynn aftur tað, sum hann hevði játtað at hava gjørt, tí FBI hevði brotið vanligar mannagongdir undir kanningararbeiðnum,  m.a. var eingin verji hjástaddur, tá hann varð avhoyrdur í 2017.

Nú verður málið ikki tikið uppaftur, og Flynn er frælsur maður aftur.

Mótstøðufólk í øðini

Tað kom ikki óvart á, men at hann fær grið, hevur kortini fingið øði í fleiri mótstøðufólk hjá forsetanum. 

Jerrold Nadler, formaður í lógarnevndini í Kongressini, er hvassorðaður.

- Hann hevur ikki uppborið at fáa grið, hetta er støðuloysi og enn ein skemdarblettur í eftirmælinum hjá Trump, segði Nadler. 

Hann sigur avgerðina hjá Trump vera valdsmisnýtsla og hóttan móti rættarstatinum.

Frælsur, men ikki ósekur

Adam Schiff, formaður í fregnartænastunevndini, sigur, at Flynn er frælsur maður, men hann er ikki ósekur.

- Flynn hevur játtað seg sekan í lygnunum - tvær ferðir. Tað broytir ikki sannleikan, at Trump náðar hann, sama hvussu Trump og hansara sameindu royna at geva okkum ta fatan, sigur Schiff.

Fjølmiðlafólkið í Hvítu húsunum, Kayleigh McEnany, verjir Michael Flynn.

- Hann er ósekur maður, og fólk hjá FBI, sum avhoyrdu Flynn, hildu ikki, at hann leyg. Fleiri kanningar prógva, at Flynn var offur fyri politiskari roynd hjá almennum starvsfólkum at sáa iva um valúrslitið í 2016, sigur McEnany.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815