Løgtingið skal góðkenna fíggjarnevndarskjøl

Løgtingið skal góðkenna fíggjarnevndarskjøl
Fíggjarnevndin hevur játtað tríggjar umbønir upp á tilsamans 13,6 milliónir kr.
Fíggjarnevndin játtaði eina umbøn við fíggjarnevndarskjali um 5,3 mió. kr. til koronudeild á Landssjúkrahúsinum
 
30.11.2020 - 15:51

Landsstýrið biður nú løgtingið um at samtykkja eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur latið við fíggjarnevndarskjali í ár.

Talan er um trý fíggjarnevndarskjøl upp á tilsamans 13,6 milliónir kr.

Fyrsta skjalið var uppá 2,3 milliónir kr til farsóttartilbúgving.

Umbønin um eykajáttan snúði seg um útreiðslur av tiltøkum av koronufarsóttini,  sum ikki longu vóru fevndar av vanligum rakstrarjáttanum hjá landsstovnum. 

Kanningar og koronudeild

Við eykajáttan fyri juni 2020 varð játtanin hækkað sjey mió. kr. Av hesum skuldu fýra milliónir brúkast at kanna øll ferðandi til Føroya fyri COVID-19,  frá 27. juni til 10. juli. 

Síðani 1. oktober hava ferðandi til Føroya sjálvi goldið fyri koronukanning.

Tað triðja var umbøn um eykajáttan upp á 5,3 mió. til Landssjúkrahúsið at skipa eina fyribils koronudeild á Landssjúkrahúsinum. 

Endamálið at skipa eina koronudeild í lonum uttanf yri Landssjúkrahúsið er, at vanliga virksemið kundi halda fram, hóast farsóttin kom aftur. Fyribils koronudeildin er skipað við játtan á serstakari undirkontu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391