Fyrst ríkið - so heimurin

Fyrst ríkið - so heimurin
Bestu føroysku amboðsfimleikararnir teljast nú millum teir stinnastu í ríkinum. Tað vístu DM-kappingar fyrr í november, men fimleikararnir ætla meir
30.11.2020 - 19:14

Bestu føroysku amboðsfimleikararnir teljast nú millum teir bestu í ríkinum. Tað staðfestu DM-kappingar í amboðsfimleiki fyrr í november.

Tveir av íðkarunum, sum gera vart við seg í løtuni, eru Astrið Nanly Breckmann og Rani Allansson Dalskarð.

Í DM í amboðsfimleiki fyri lið seinasta vikuskifti var Astrið Breckmann besti íðkarin samanlagt, meðan Rani Dalskarð var bestur í einstøkum greinum.

Eisini fingu tey góð úrslit í DM fyri einstaklingar fyrst í mánaðinum. 

Astrið Breckmann vann liðkappingina saman við danska liðnum, KG66, meðan Rani Dalskarð tók lut saman við føroyskum gestaliði. 

Framgongdin kemur ikki av ongum. Astrið hevur tikið eitt ár úr kalendaranum, og venur eins og Rani umleið 25 tímar um vikuna.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040