ST: Meira enn 200 milliónir brúkast til neyðhjálp

ST: Meira enn 200 milliónir brúkast til neyðhjálp
Koronukreppan rakar meint í fleiri londum, siga Sameindu tjóðir
40 prosent fleiri fólk í heiminum fara í 2021 at líða hungur og neyð, sigur ST. Orsøkin er korona
Mynd: Savnsmynd  
 
01.12.2020 - 06:53

Tørvur er á 35 milliardum dollarum til neyðhjálp, svarandi til 217 milliardir krónur av koronufarsóttini og fleiri møguligum hungursvanlukkum.

Tað siga Sameindu tjóðir í árligu frágreiðing síni, Global Humanitarian Overview fyri 2021, sum varð kunngjørd í gjár.

Vøksturin næsta ár 40 prosent

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at 250 milliónir fólk í heiminum fara at hava tørv á onkrum slagi av neyðhjálp. Hetta er 40 prosent fleiri enn í ár.

Vøksturin er so at siga bara av COVID-19, sigur neyðhjálparsamskiparin hjá Sameindum tjoðum, Mark Lowcock.

Næsta ár fer eitt av hvørjum 33 fólkum í heiminum at hava tørv á hjálp, stendur í frágreiðingini. Høvdu hesi fólk búð í einum landi, hevði tað verið fimtstørsta land í heiminum, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444