Mæla til at skerja toskaveiðuna niður helvt

Mæla til at skerja toskaveiðuna niður helvt
ICES sigur, at minni føði er í sjónum, og tí er tilgongdin av toski minni enn væntað
Tilmælið hjá ICES er at fiska í mesta lagi6.247 tons av toski, 47 prosent minni enn í ár
 
01.12.2020 - 11:47

ICES mælir til, at næstan helvtina minni toskur verður fiskað í føroyskum sjógvi næsta ár enn i ár.

Tilmælið hjá ICES er 6.247 tons, 47 prosent minni enn í ár.

ICES sigur, at minni føði er í sjónum, og tí er tilgongdin av toski minni enn væntað.

Tilmæli er eisini um, at upsaveiðan minkar. Her er tilmælta minkingin 23 prosent, tí veiðutrýstið er ov stórt.

Mælt verður til at fiska í mesta lagi 27.368 tons av upsa næsta ár.

Um hýsuna sigur ICES, at 11.400 tons kunnu fiskast við Føroyar næsta ár, nakað tað sama sum í ár. 

Gýtingarstovnurin veksur framvegis, og hann er nú mettur at vera 52.245 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974