ALS-skipanin verður nú eftirmett

ALS-skipanin verður nú eftirmett
Arbeiðsloysisstuðulin hækkar og inngjaldið lækkar
Eyðfinnur Jacobsen er formaður í ALS-stýrinum, sum nú fer at eftirmeta ALS-skipanina
 
02.12.2020 - 08:24

ALS-stýrið er í ferð við at eftirmeta ALS-skipanina.

Tað sigur Vinnunevndin hjá løgtinginum seg hava fingið at vita frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni.

Nevndin hevur biðið landsstýrismannin síggja til, at spurningurin um reglurnar fyri fiskimenn og mótrókningarreglur í sambandi við halgidagar og annað verður við í eftirmetingini. 

Vinnunevndin tekur annars undir við uppskotinum um broytingar á ALS-lógini.

Lógin skal broytast, so hon er í samsvari við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd.

Sambært dómi hjá Føroya rætti í 2017 kann ALS ikki krevja inngjald av A-inntøku, sum er vunnin í Noregi, hóast løntakarin fekk undantak frá at rinda sosial gjøld í Noregi. 

Stuðulin hækkar

Arbeiðsloysisstuðulin hækkar 1.000 krónur um mánaðin, upp í 18.500 krónur.

Útrokningargrundarlagið hækkar úr 70 prosentum upp í 80 prosent. Og nú skal eftirløn gjaldast av pengunum, fólk fáa frá ALS.

Broytingin ger, at arbeiðsloysisstuðulin í mesta lagi kann vera 222.000 krónur um árið umframt eftirlønargjaldið.  

Kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini skulu leggjast saman. 

Inngjaldið til ALS lækkar úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040