Vita ikki, um donsk skip koma í føroyskan sjógv

Vita ikki, um donsk skip koma í føroyskan sjógv
Løgmaður hevur svarað einum fyrispurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur seg einki vita um, at donsk skip hava áhuga fyri at koma í Føroyum sjógv, tá Brexit verður veruleiki
 
04.12.2020 - 15:11

Løgmanni kunnugt hevur einki samskifti verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska.

Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum hevur spurt málið.

Beinta Løwe vildi vita, um donsk fiskiskip eru á veg í føroyskan sjógv at fiska, nú Brexit verður veruleiki.

Hevur eisini spurt seg fyri

Løgmaður sigur, at hann hevur eisini spurt seg fyri hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, um teir kenna nakað til, at donsk skip vilja í føroyskan sjógv at fiska, um tey missa rættindi í bretskum sjógvi. Tað gera landsstýrismenninir ikki.

Teir hava heldur ikki fingið fyrispurningar, áheitanir ella annað frá donsku fiskivinnuni um møguliga atgongd til føroyskan sjógv at fiska, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Fýra skip skrásett

Fýra fiskiskip eru fyrstu ferð skrásett í Føroyum síðani løgtingsvalið í fjør. Og Vørn kunnugt eru eingi donsk áhugamál upp í hesum skipum, sigur løgmaður í svarinum til Beintu Løwe.

Skipini eru Jógvan I, Klakkur, Gøtunes og Kambur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 14-16
209029
Leygardag 30. mai
Kappróður: Norðoyastevnan 2026
209027
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968