Elias aftur á vøllinum: – Titta på á Skipagøtu!

Elias aftur á vøllinum: – Titta på á Skipagøtu!
Hálvt ár eftir skiftið til svenska hondbóltsfelagið, Sävehof, er Elias á Skipagøtu skaðafríur, og ungi hoyvíkingurin hevur fingið eina góða byrjan
07.12.2020 - 14:57

– Titta på á Skipagøtu!

Svensku viðmerkjararnir á sjónvarpsrásini, Cmore, vóru bergtiknir av unga hondbóltssnillinginum, Eliasi á Skipagøtu, tá hann spældi sín fyrsta dyst fyri svenska felag sítt, Sävehof, fyri kortum.

Við frálíkum spælingum inn á strikuna, fleiri málum frá sjey metrum og kvikum gjøgnumbrotum vísti Elias, hvat býr í honum. Dysturin móti Alingsås endaði kortini við teprum tapi, og sjálvur var Elias ikki heilt nøgdur við sítt spæl.

– Tað gekk fínt í byrjanini, men í endanum misnýtti eg eitt skot og gjørdi eina tekniska villu, so har má eg verða betri, sigur evnaríki hondbóltsspælarin.

Setir sær nýggj mál

Við teimum mongu skaðunum í huga, er avtalan í løtuni, at Elias á Skipagøtu ikki skal spæla meir ein eitt korter í hvørjum dysti.

Sum tíðin gongur, skulu minuttirnir eisini økjast. Elias sjálvur er ótolin.

– Vit hava ein strangan fysioterapeut, men eg royni at skundað ta undir gongdina. Men tað riggar ikki so væl. Men fyrsta málið er, at eg kann spæla við fullari megi, sigur fyrrverandi H71-spælarin.

Felagið trýr upp á Elias

Hoyvíkingurin hevði fleiri tilboð á borðinum, men valið fall á Sävehof, tá hondbóltsyrkisleiðin skuldi roynast.

– Hetta var eitt gott stað at koma til, og eg visti, at venjarin her var góður. Og tá eg vitjaði felagið, sá eg, at felagið hevði neyðugu umstøðurnar, sigur Elias á Skipagøtu.

Og í Sävehof eru tey greið yvir, at tey hava fingið ein góðan hondbóltsspælara.

– Hann hevur fleiri eginleikar, sum ein ikki kann venja seg til. Hetta við at sleppa bóltinum í røttu løtu. Tað dugir Elias. Harafturat skjýtur hann við báðum hondum, hann er skjótur, og hóast hann kanska ikki er so stórur, er hann sterkur, sigur ítróttarstjórin í Sävehof, Emil Berggren.

– Hví skal Elias ikki kunna gerast heimsins besti hondbóltsspælari, spyr Emil Berggren.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595