1.700 ferðafólk í sóttarhaldi

bannari
1.700 ferðafólk í sóttarhaldi
Quantum of the Seas vendi aftur, tá eitt ferðafólk fekk staðfest COVID-19
Quantum of the Seas noyddist at venda aftur til Singapore, tá eitt av ferðafólkunum hevði fingið staðfest koronu
 
09.12.2020 - 09:46

1.700 ferðafólk á einum ferðamannaskipi eru í løtuni í sóttarhaldi, eftir eitt ferðafólk fekk staðfest koronusmittu. Tað skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Skipið, sum eitur Quantum of the Seas, fór úr Singapore mánadagin, og skuldi sigla við ferðafólkunum í fýra dagar. Tað vendi aftur til Singapore tíðliga í morgun, tá eitt ferðafólk vísti sjúkueyðkenni og fekk staðfest COVID-19 virus.

Øll ferðafólkini eru nú avbyrgd á kømrum sínum umborð, og tey sleppa ikki í land fyribils. Reiðaríið sigur tó, at tey sleppa í land, tá smittusporingin er liðug.

AFP-tíðindastovan sigur, at hetta er enn ein smeitur fyri ferðaskipavinnuna, sum hevur verið sera meint rakt av farsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776