Seks leigumál til barnaheim fyri 1,8 mió. kr.

Seks leigumál til barnaheim fyri 1,8 mió. kr.
Talan er um seks leigumál á Argjum, í Havn og í Hoyvík
Hesi húsini á Argjaboða eru eitt av leigumálunum, sum verða brúkt til barnaheim, eind 10
 
10.12.2020 - 09:16

Eind 10, barnaheimið, leigar fyri slakar 1,8 mió. kr. í ár.

Leigan er ein millión og 753.000 kr.

Talan er um seks leigumál á Argjum, í Havn og í Hoyvík.

Dýrasta leigan fyri fermeturin er í Niðarugøtu. Har kostar fermeturin 1.103 kr. Bíligasta leigan, í Lágni, er 1.000 kr. fyri fermeturin.

Elsebeth svarað Djóna

Hetta er upplýst í einum svari, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur givið Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um leiguútreiðslurnar hjá barnaheiminum.

Ætlanin er at leiga tvey hús í Varðagøtu í Havn 1.apríl næsta ár, men endalig avgerð er ikki tikin um tað.

Almannaverkið brúkar eisini bygningarnar hjá sjálvsognarstovninum fyri Føroya barnaheim í Pedda við Steinsgøtu til stovnar undir eind 10. Almannaverkið rindar ikki leigu fyri teir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576