Tunlar og hybridbilar í tinginum í dag

Tunlar og hybridbilar í tinginum í dag
Tingfundur verður seinnapartin
Fleiri mál koma til fyrstu viðgerð í tinginum í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.12.2020 - 09:41

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið um verklagslóg um tunlarnar norður um Fjall.

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um 522 mió. kr. til tunlarnar.

Eisini fær uppskotið um, at hybridbilar og plugin-hybrid bilar frá 1.januar 2021 bara rinda 30 prosent í virðisavgjaldi av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 kr., og 45 prosent av virðinum yvir 100.000 kr.

Og meirvirðisgjald skal ikki latast fyri elbilar í tvey ár afturat.

Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið um, at ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu eisini allan fyrsta ársfjórðing í 2021 gjalda 312 kr. fyri koronukanning. 

Lógin, sum annars skuldi fara úr gildi á nýggjárinum, skal leingjast til 31.mars næsta ár. 

Tingfundurin í dag verður klokkan 13.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358