Ætlar sær til Føroya í januar

10.12.2020 - 18:00
Innlendis›Politikkur
Ætlar sær til Føroya í januar
Tine Bramsen, verjumálaráðharri, var í samráði í fólkatinginum í dag
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, var í samráði í fólkatinginum í dag um trygdina í Norðurhøvum

Skalt tú síggja fremmand flogfør, sum flúgva í loftrúminum yvir Føroyum, er ein hernaðarradari einasti møguleiki.

Tað segði Trine Bramsen, verjumálaráðharri, tá hon var í samráði í fólkatinginum í dag um trygdarstøðuna í Norðurhøvum.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, og Michael Aastrup Jensen úr Vinstra, høvdu boðsent verjumalaráðharran í samráð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum við at trýsta á pílin omanfyri.

Trine Bramsen sigur, at hon ætlar sær til Føroya í januar at hitta Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um hernaðarradaran, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli.

Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928