Biðja landsstýrið skunda sær

Biðja landsstýrið skunda sær
Innkomuvegurin til Tórshavnar er eitt átrokandi mál, sum má loysast skjótast gjørligt, metir fíggjarnevndin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2020 - 16:34

Landsstýrið má skunda sær at finna eina loysn til innkomuvegin í Tórshavnar kommunu, nú Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu. 

Tað er felags boðskapurin frá fíggjarnevndarlimunum í løgtinginum.

 Í álitinum í samband við játtan til pening til nýggja Fjøruvegin í Runavíkar kommunu eftirlýsir nevndin nevniliga eina loysn til innkomuvegin í Tórshavnar kommunu.

- Samstundis vil nevndin gera vart við, at alneyðugt er at fáa loysn á málinum um innkomuvegin til Tórshavnar, nú tunnilin letur upp fyrsta dagin. Nevndin heitir á landsstýrið um at bera skjótt at og koma í Løgtingið við málinum um innkomuvegin til Tórshavnar so ein endalig loysn fæst á hesum átrokandi máli.

Annars er tað ein samd fíggjarnevnd, sum tekur undir við avtaluni, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, gjørdu í november, um at landið rindar 55 milliónir krónur til verkætlanina at gera ein nýggjan Fjørðuveg í Runavíkar kommunu, ið skal lofta ferðsluni til og frá nýggja undirsjóvartunlinum, ið kemur upp í Saltnesi. 

Málið kemur til 2. viðgerðar í løgtinginum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763