Lýsa við pakkaferðum, men einki um koronutilmæli

14.12.2020 - 13:25
InnlendisSamfelag
Lýsa við pakkaferðum, men einki um koronutilmæli
Ferðandi verða kunnað um um at fara beinleiðis í heimauppihald og at vera ansin, sigur stjórin í MakeTravel
Hetta er lýsingin frá Make Travel, sum bjóðar útlendingum til Føroya at halda nýggjár

Ferðaskrivstovur lýsa við pakkaferðum til Føroya at halda nýggjár.

- Kom til Føroya 30. desember, gist á hotelli, far til nýggjárshald, og ferðast síðani úr Føroyum nýggjársdag, lýsa tær.

Hóast einki verður sagt í lýsingini um almennu koronutilmælini, sigur stjórin í Make Travel, Kent L. Christensen, at øll ferðandi, sum keypa ferðir frá teimum, verða kunnað um almennu tilmælini. At fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið við komu er tøkt, og at vera ansin frá tí, tey koma til landið, til eftir kanningarúrslitið á sætta degi.

Ferðaskrivstovan Greengate hevur tikið sínar lýsingar aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358