Atkvøða um at yvirtaka løgregluna og landslæknan

Atkvøða um at yvirtaka løgregluna og landslæknan
Alt bendir á, at uppskotini hjá Tjóðveldi falla, tí tey hava ikki undirtøku í øðrum flokkum
Allir limirnir í Uttanlandsnevndini uttan Høgni Hoydal mæla frá at samtykkja yvirtøkurnar, sum Tjóðveldi hevur skotið upp
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2020 - 08:55

Løgtingið skal í dag atkvøða um tvær yvirtøkur.

Tjóðveldi vil yvirtaka politiið og landslæknan; landslæknan longu á ólavsøku næsta ár og politiið 1. januar í 2022.

Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði.

Tað verður mett at kosta 120 mió. kr. í 2022 at yvirtaka politiið.

Og tað verður mett at kosta 4,9 mió. kr. at yvirtaka millum annað landslæknan, sigur Tjóðveldi.

Uppskotini falla helst

Men alt bendir á, at uppskotini bæði falla. Tí tey hava ikki undirtøku í øðrum flokkum. 

Allir í Uttanlandsnevndini uttan Høgni Hoydal mæla frá at samtykkja yvirtøkurnar.

Uppskotini hava verið leingi á veg. Tey vórðu løgd fram beint eftir ólavsøku.

Í álitinum hjá Uttanlandsnevndini stendur millum annað, at Politistafelagið ikki vil hava yvirtøkuna nú. 

Politistar stúra fyri, hvussu verður við pensjónsviðurskiftum, eftirútbúgvingarmøguleikum og øðrum, um málsøkið verður yvirtikið.

Tingfundurin í dag er kl.10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938