Svenski kongurin finst at koronuhandfaringini

bannari
Svenski kongurin finst at koronuhandfaringini
Boðskapurin hjá Carl Gustaf, kongi, kann ikki misskiljast, siga viðmerkjarar í landinum
Carl Gustaf kongur, sum her er avmyndaður saman við Silviu drotning í 2010, heldur ikki, svensku myndugleikarnir hava handfarið koronukreppuna á rættan hátt
 
17.12.2020 - 08:24

Svenski kongurin, Carl Gustaf, finst nú alment at, hvussu svensku myndugleikarnir hava handfarið koronufarsóttina.

Tað sigur hann við almennu svensku sjónvarpsstøðina SVT, Sveriges Television.

Vit eru farin skeiv. Vit hava eitt stórt tal av deyðum, og tað er ræðuligt, segði hann millum annað í samrøðu við almenna, svenska sjónvarpið, SVT.

Óvanligt, at kongur finst at stjórnini

Viðmerkjarar siga við SVT, at tað er sera óvanligt, at kongur alment finst at sitandi stjórn, og at boðskapurin hjá Carl Gustaf, kongi, ikki kundi misskiljast. 

Tað er stjórnin, sum hevur evstu ábyrgd av handfaringini av koronufarsóttini, og kongur hevur hugsað seg væl um, áðrenn hann hevur valt at úttalað seg á slíkan hátt

Tað sigur Henrik Wenander, professari í almennari lóg, við Sveriges Television. Higartil eru umleið 7.000 fólk í Svøríki deyð av koronufarsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572