Macron fingið koronu

Macron fingið koronu
Spanski forsætisráðharrin er eisini farin í sóttarhald, tí hann hevur havt fund við franska forsetan
Emmanuel Macron, forseti, er farin í sóttarhald, og spurningurin er um, hann eisini hevur smittað aðrar evorpeiskar leiðarar
 
17.12.2020 - 13:38

Franski forsetin, Emmanuel Macron, er smittaður av koronu.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Eftir fronsku leiðbeiningunum skal Macron nú í sóttarhald í sjey dagar.

Franski forsætisráðharrin, Jean Castex, skal eisini í sóttarhald, skrivar AFP.

Sánchez eisini í sóttarhald

At Macron nú er smittaður fær eisini ávirkan uttan fyri Frakland, tí Macron var á fundi við spanska forsætisráðharran, Pedro Sánchez, mánadagin, og hann er eisini farin í sóttarhald, nú Macron er smittaður.

Ivamál eru nú eisini um fleiri aðrar evropiskar leiðarar, eftir at fleiri teirra hittust í síðstu viku, umframt at Macron var á fundi við franska forsætisráðharran í gjár.

The Guardian skrivar, at forsetin í Evroparáðnum, Charles Michel, eisini er farin í sóttarhald, eftir at hann hitti Macron mánadagin.

Talsfólk hjá Macron nevndi einki um, hvussu forsetanum veit við, men hann arbeiðir, meðan hann er í sóttarhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542