Norrøna fer nú í dokk

Norrøna fer nú í dokk
Ymsar umbyggingar verða eisini gjørdar, og Norrøna verður ikki aftur í Føroyum fyrr enn í mars næsta ár
Soleiðis fer Norrøna at sígga út, tá hon fer aftur í sigling tíðliga í vár
 
18.12.2020 - 09:08

Norrøna, sum fór av Havnini í gjárkvøldið, verður ikki aftur í Føroyum fyrr enn mánamorgunin 8.mars næsta ár. 

Skipið fer í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark. 

Hagar fer Norrøna eftir at hon hevur verið í Hirtshals í morgin.

Ymsar umbyggingar skulu gerast á Norrøna, m.a. 50 kømur aftrat

Fá ferðafólk eru nú. 

Men farmurin er framvegis nógvur, og Smyril Line hevur leigað eitt italskt ro-ro farmaskip, meðan Norrøna er í dokk.  

Norrøna skal fara aftur úr Hirtshals til Føroya 6.mars næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809