Tríggir tilburðir í gjár

Tríggir tilburðir í gjár
Í løtuni hava 26 fólk koronu, og tvey eru innløgd
1815 kanningar vórðu gjørdar í gjár
 
22.12.2020 - 15:45

Tríggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, upplýsir Heilsumálaráðið.

Ein teirra kom úr útlondum, og fekk staðfest smittuna tríggjar dagar eftir at vera komin til landið. Ein er partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir, og triði persónurin býr í Føroyum, men enn er ógreitt, hvar viðkomandi er smittaður.

Øll tey smittaðu eru avbyrgd, og landslæknin er farin undir smittusporingina.

1815 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar.

Tilsamans eru 26 fólk smittað í løtuni.

Tvey fólk eru innløgd við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531