Landsstýrismaðurin brúkar tilmæli frá Havstovuni

23.12.2020 - 13:22
Innlendis›Politikkur
Landsstýrismaðurin brúkar tilmæli frá Havstovuni
Fiskidagarnir undir Føroyum næsta ár eru ásettir
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, tekur undir við tilmælunum frá Havstovuni um fiskidagar

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ásett fiskidagarnar í 2021.

Og hann hevur gjørt júst sum Havstovan mælti til.

Tað var ikki gamalt, at politikarar og fiskifrøðingar draga eina línu. Nú er komin ein nýggj tíð, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Ikki ber til at flyta óbrúktar dagar úr einum bólki í ein annan.

Trolarar fáa fleiri dagar

Trolarar fáa 4.605 fiskidagar á innaru leið og 1.607 fiskidagar á ytru leiðini. Fimm prosent fleiri dagar enn í ár.

Hini fiskiførini fáa fimm prosent færri dagar.

Línuskip yvir 110 tons fáa 2.098 fiskidagar, útróðrarbátar í bólki 4, sum eru millum 15 og 110 tons, fáa 2.304 dagar, trolbátarnir fáa 1.505 dagar, og bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons, fáa 8.435 fiskidagar.

Harafturat eru 2.043 dagar til ikki fullriknar útróðrarbátar.

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928