Kostar 90 mió. minni enn Christian í Grótinum

Kostar 90 mió. minni enn Christian í Grótinum
Margrét er skrásett í Føroyum og eitur nú Christian
Margrét hevur fingið navnið Christian og skal vera í flotanum, til nýggi Christian í Grótinum kemur
 
06.01.2021 - 11:01

Skipið, sum er keypt til Klaksvíkar í staðin fyri Christian í Grótinum, kostar næstan 90 mió. kr. minni enn Christan í Grótinum varð seldur fyri.

Christian í Grótinum varð seldur til Grønlands fyri 123,7 mió. kr.

Margrét varð keypt úr Íslandi fyri 50 milliónir norskar krónur, góðar 35,5 milliónir danskar.

Men Christian í Grótinum er nakað størri og sjey ár yngri enn Margrét.

Christian í Grótinum er harafturat verksmiðjuskip.

Margrét er komin til Føroya og skrásett her. Margrét eitur nú Christian.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040