Varaforsetin: Frælsið vinnur, ikki ófriðurin

Varaforsetin: Frælsið vinnur, ikki ófriðurin
Amerikanska senatið tók arbeiðið uppaftur um eitt tíðina okkara tíð í nátt, at góðkenna valúrslitið av forsetavalinum
Varaforsetin, Mike Pence, og forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, í Tjóðartinginum í nátt, tá valúrslitið frá forsetavalinum í november skuldi góðkennast
Mynd: AP  
 
07.01.2021 - 08:23

Varaforsetin, Mike Pence, tók tá orðið, og segði við ófriðakropparnar, sum høvdu trongt seg inn í bygningin á Capitol Hill, at ófriður ongantíð vinnur, men at frælsi vinnur.

– Hetta er framvegis húsið hjá fólkinum. Nú, tá ið vit koma saman aftur her, fer heimurin aftur at síggja áhaldni í okkara fólkaræði. Lat okkum koma aftur til arbeiðis, segði Mike Pence.

 >> SÍ EISINI USA: Minst fýra deyð í ófriði

Fyrr um kvøldið hevði Donald Trump, forseti, latið miðlunum eitt videobrot, har hann heitti á mótmælisfólkini um at vera friðarlig, men hann heitti ikki á tey um at gevast.

Donald Trump endurtók ákærurnar um valsvik, og segði seg skilja, at tey mótmæltu og rósti teimum. Twitter strikaði seinni videoupptøkuna, tí tey søgdu hetta eggjaði til meira ófrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360