Velja nýggjan formansskap í Kommunufelagnum í dag

Velja nýggjan formansskap í Kommunufelagnum í dag
Bara tríggir borgarstjórar halda fram, Torbjørn Jacobsen í Runavík, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Pauli Trond Petersen í Vestmanna
Dennis Holm hevur verið formaður í Kommunufelagnum, men kann ikki halda fram, tí hann er ikki borgarstjóri longur
 
08.01.2021 - 09:16

Í dag fær Kommunufelagið nýggjan formansskap.

Stýrisfundur verður í dag. 13 borgarstjórar eru í stýrinum. 

Bara tríggir halda fram, Torbjørn Jacobsen í Runavík, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Pauli Trond Petersen í Vestmanna.

Tá stýrið er valt, skipar tað seg við formanni og næstformanni.

Dennis kann ikki halda fram

Dennis Holm í Vági er formaður nú, men hann ikki halda fram, tí hann er ikki borgarstjóri longur.

Heðin Zachariasen í Sunda kommunu er næstformaður. Men hann stillaði ikki upp á kommunuvalinum í fjør.

Formansskapurin verður valdur fyri tvey ár. 

Fýra teirra, sum fara í stýrið hjá Kommunufelagnum, fara eisini eisini í stýrið hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Har er Annika Olsen í Havn forkvinna. Men hon heldur ikki fram, tí hon er ikki borgarstjóri longur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107