Kommunuskatturin á Viðareiði minkaði 1,4 milliónir

bannari
10.01.2021 - 18:26
InnlendisSamfelag
Kommunuskatturin á Viðareiði minkaði 1,4 milliónir
Orsøkin til afturgongdina er gongdin í fiski- og útróðrarvinnuni, sum er hart rakt av korona-kreppuni, metir Marita Sumberg, borgarstjóri
Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði

Viðareiðis Kommuna er kommunan í landinum við størstu afturgongdini í inntøku frá kommunuskattinum í fjør. Tað hendir, samstundis sum flestu aðrar kommunur fingu meira inn í kommunuskatti í fjør, sammett við 2019.

Tá avtornaði fekk Viðareiðis Kommuna 13,8 milliónir í persónsskatti í fjør. Tað eru 1,4 milliónir krónur minni enn árið fyri. Minkingin er 9,17 prosent.

2019 var gott hjá kommununi

– Orsøkin til afturgongdina er gongdin í fiski- og útróðrarvinnuni, sum er hart rakt av korona-kreppuni, metir Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði.

2019 var eitt gott ár fyri til inntøku hjá fólk á Viðareiði - og tað sást eisini aftur í kommunukassanum, sum fekk 15,2 milliónir í kommunuskatti. 

– Kommunan er somikið væl fyri, at hon klárar væl eina afturgongd sum í fjør, tá inntøkurnar minkaðu við 1,4 milliónir, sigur Marita Sumberg.

Lagt er upp fyri lægri skattainntøkum

Í fíggjarætlanini fyri 2021, sum undanfarna bygdaráð samtykti í november í fjør, er eisini lagt upp fyri lægri skattainntøkum í ár, sammett við góða árið 2019.

1. november búðu 349 fólk á Viðareiði. Kommunuskattaprosentið hevur síðstu árini verið 20,5 - og barnafrádrátturin 7.500 krónur.

Hóast inntøkurnar minka, so eru fyribils ongar ítøkiligar ætlanir um at repa seglini á Viðareiði, sigur Marita Sumberg, sum tók við sum borgarstjóri á nýggjárinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087