Vóna at fáa svørtu kassarnar upp í dag

Vóna at fáa svørtu kassarnar upp í dag
Kavarar gera í dag eina roynd at fáa upp ferðaskrivaran og taluskrásetaran í flogfarinum, sum leygardagin datt í havið út fyri indonesisku strondina
Fólk frá indonesisku sjóverjuni bjarga vraklutir í økinum, her eitt Boeing 737-flogfar datt niður leygardagin
Mynd: AP  
 
11.01.2021 - 07:57

Í gjár varð svarti kassin funnin í parti av flogvrakinum, sum var funnið á sjónum. Bjargingarfólk funnu eisini lík og ognarlutir hjá teimum 62 ferðafólkunum, sum vóru við flogfarinum.

Í dag fara kavarar hjá indonesiku sjóverjuni at royna at taka upp ferðaskrivaran, um veðrið verður tilvildar, skrivar tíðindastovan Reuters.

Ringt verður var í økinum, tá flogfarið datt niður, men orsøkin til vanlukkuna er ikki staðfest. Flogfarið hevði kós ímóti oynni Borneo.

Vónin er, at svarti kassin hevur upplýsingar um, hví Boeing 737-flogfarið frá indonesiska Sriwijaya Air datt niður bert fáar minuttir eftir at tað fór úr Jakarta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563