Fáa størri ferðaendurgjald í Eysturoyartunlinum

Fáa størri ferðaendurgjald í Eysturoyartunlinum
Lógaruppskotið verður fyrireikað, og lógin skal hava afturvirkandi gildi frá í dag
Landsstýrið fyrireikar í løtuni lógaruppskot um størri ferðaendurgjald til teirra, sum brúka Eysturoyartunnilin at koyra til og frá arbeiði
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2021 - 10:10

Tey, sum koyra til og frá arbeiði í Eysturoyartunlinum, fáa størri ferðaendurgjald úr landskassanum.

Og broytta endurgjaldið fer at hava afturvirkandi gildi. Tað lovar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, nú tað kostar at koyra í Eysturoyartunlinum.

Fyrireika uppskot

Landstýrismaðurin í samferðslumálum fyrireikar í løtuni eitt lógaruppskot at leggja fyri løgtingið

Jørgen Niclasen sigur, at tey, sum brúka Eysturoyartunnilin, og tey, sum fara at brúka Sandoyartunnilin, fáa størri endurgjald. 

Nýggja ferðaendurgjaldið verður galdandi frá í dag, hóast tað gongur ein mánaður ella so, til uppskotið kemur í tingið, sigur hann.

Stongdur um náttina

Almenna partafelagið boðar frá, at  Eysturoyartunnilin verður stongdur hvørja nátt, frá týskvøldinum 12. januar til týsmorgunin 19. januar, tí arbeitt verður í tunlinum.

Tunnilin er stongdur frá klokkan sjey á kvøldi, til klokkan sjey á morgni. Í hesum tíðarskeiði ber ikki til at koyra í tunlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112